Eystanvindar
Eystanvindar
Tór Marni Weihe
Ein poddvarpsrøð um Russland og Russland í heiminum. Her verður tosa um alt frá Tjajkovskij til Putin, frá føroyskum laksi í Sankta Pætursborg til Gazprom, frá kjallaramenniskjanum hjá Dostojevskij til Pussy Riot. Eitt frírúm fyri russofilar - og teimum, ið vilja læra meira um heimsins størsta land, vónandi ein kelda til íblastur.
Russiskur stuðul til fullveldisrørsluna í Føroyum?
Nýtt ár og nýggj sesong av Eystanvindar!  Í hesum fyrsta partinum viðgera vit eitt sindur av hvørjum, m.a. um tað er í lagið, at Føroya Symfoniorkestur spælir russisktkomponeraðan tónleik; revsitiltøk og fiskiveiðivavtaluna millum Føroyar og Russland; eina undarliga søgu um ein russiskan akademikara, ið heldur at Russland skal brúka fullveldisrørsluna í Føroyum at sláa rivur í ríkisfelagsskapin og so eisini eitt sindur um, hvussu gongdin er á vígvøllinum í Ukraina. Ymiskt tilfar: Tráurin um FSO á FB-vanganum hjá Knúti Háberg Eysturstein Tvær áhugaverdar greinir frá New Yorker um 1) at lurta eftir russiskum tónleiki og 2) at lesa russiskar bókmentir eftir russisku innrásina Institute for the Study of War – krígspolitisk tankasmiðja; her ber til at fylgja gongdini á vígvøllinum í Ukraina rættiliga neyvt (her er nýggjasta frágreiðingin, per 26.01.2023) Ein áhugaverd greining frá tankasmiðjuni European Council on Foreign Relations um ES-Russland sambandið
Jan 27, 2023
1 hr 35 min
Varislig vón — í Kyjiv, ikki í Moskva
Enn ein partur um russiskt-ukrainska kríggið, har ið eg tosi eitt sindur um, hvørji útlitini eru fyri eini semingsloysn. Eisini ein (mikro)valdsanalysa, ið minnir um góða, gamla "kremlinologi" (hvør er næst í hierarkinum?). Eisini nøkur orð um, hvat vit kunnu vænta okkum, um eitt "óhapp" brádliga ger tað av við Putin - og í grundini nógv, nógv annað eisini. Bókin hjá Mikhail Zygar, All the Kremlin's Men: Inside the Court of Vladimir Putin Ein fín greining hjá Mark Galeotti um hvussu kríggið kann enda Ein fín diskussión hjá Udenrigspolitisk Selskab um fólkini í innasta kjarnanum hjá Putin Ein samrøða millum Lív Mikkelsen og meg í sendingini Nón, har eg tosi um nøkur av teimum somu tingunum sum her
Mar 24, 2022
50 min
Um russisku innrásina í Ukraina
Nú er kríggj í Ukraina. Russland hevur ikki bert forbrotið seg móti øllum altjóða normum og lóggávu, men eisini noytt umheimin til at seta tær harðastu sanktiónirar, vit nakrantíð hava sæð, í verk móti landinum og russiska fólkinum.  Í hesum partinum tosi eg eitt sindur um, hvussu støðan er í Russlandi í løtuni, og hvussu vit kunnu ímynda okkum, at vápnaða ósemjan í Ukraina kann enda. Tilfar og leinki: Greinin hjá Galeotti, ið eg lesi upp úr Fín grein hjá The Guardian um døpru útlitini fyri ein loysn DR Deadline um mýtuna, at ukrainar eru nazistar Neyðhjálp umvegis føroyskar felagsskapir: Reyði Krossur í Føroyum MFS (stuðul til ukrainsk lesandi og undirvísarar) Beinleiðis stuðul til felagsskapir í Ukraina (og Russlandi): Razom for Ukraine (generel humaniter hjálp í Ukraina og Póllandi) Come Back Alive (serliga trygdarútgerð) Russiski andstøðumiðilin í eksil, Meduza, ið fremur gravandi og kritiskan journalistik
Mar 9, 2022
46 min
Stutt um Ukrainakreppuna
Fer Putin at geva boð um eina innrás í Ukraina? Eru boðini kanska longu givin? Hvat vita vit í grundini um kreppuna í løtuni? Nakrar hugleiðingar um støðuna, soleiðis sum hon sær út beint nú.
Feb 20, 2022
26 min
Vælkomin til Eystanvindar!
Vælkomin til Eystanvindar!Ein poddvarpsrøð um Russland. Her verður tosa um alt frá Tjajkovskij til Putin, frá borsjtjt til Gazprom, frá kjallaramenniskjanum hjá Dostojevskij til Pussy Riot. Eitt frírúm fyri russofilar - og teimum, ið vilja læra meira um heimsins størsta land, vónandi ein kelda til íblastur.Í hesum fyrsta partinum práti eg við Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann, um Ukrainakreppuna, hvussu hon ávirkar okkum í Føroyum, og hvussu vit best skilja hana - bæði politiskt og teoretiskt.Tilfar, ið verður umrøtt í prátinum:Francis Fukuyama (1992), The End of History and the Last Man, Free Press.Samuel Huntington (1996), The Clash of Civilizations and the Remaking of the World Order, Simon & Schuster.Kanningin hjá Nordisk Journalistcenter (fíggjað av Nordisk Ministerråd): https://njc.dk/saadan-daekker-de-nordiske-medier-rusland/Frágreiðingin hjá Peter Taksøe-Jensen:https://um.dk/udenrigspolitik/aktuelle-emner/dansk-diplomati-og-forsvar-i-en-brydningstidFrágreiðingin hjá Sjúrður Skaale (Javnaðarflokkinum á Fólkatingi)https://www.jaf.fo/utgavur/verja-og-vandiRáðstevnan, ið JáF skipaði fyri í Føroyum:https://www.youtube.com/watch?v=xuPc19aw3xw
Feb 9, 2022
1 hr 19 min