Eystanvindar
Eystanvindar
Tór Marni Weihe
Russiskur stuðul til fullveldisrørsluna í Føroyum?
1 hour 35 minutes Posted Jan 27, 2023 at 2:13 pm.
0:00
1:35:23
Download MP3
Show notes

Nýtt ár og nýggj sesong av Eystanvindar! 

Í hesum fyrsta partinum viðgera vit eitt sindur av hvørjum, m.a. um tað er í lagið, at Føroya Symfoniorkestur spælir russisktkomponeraðan tónleik; revsitiltøk og fiskiveiðivavtaluna millum Føroyar og Russland; eina undarliga søgu um ein russiskan akademikara, ið heldur at Russland skal brúka fullveldisrørsluna í Føroyum at sláa rivur í ríkisfelagsskapin og so eisini eitt sindur um, hvussu gongdin er á vígvøllinum í Ukraina.

Ymiskt tilfar:

Tráurin um FSO á FB-vanganum hjá Knúti Háberg Eysturstein

Tvær áhugaverdar greinir frá New Yorker um 1) at lurta eftir russiskum tónleiki og 2) at lesa russiskar bókmentir eftir russisku innrásina

Institute for the Study of War – krígspolitisk tankasmiðja; her ber til at fylgja gongdini á vígvøllinum í Ukraina rættiliga neyvt (her er nýggjasta frágreiðingin, per 26.01.2023)

Ein áhugaverd greining frá tankasmiðjuni European Council on Foreign Relations um ES-Russland sambandið