Show notes
Enn ein partur um russiskt-ukrainska kríggið, har ið eg tosi eitt sindur um, hvørji útlitini eru fyri eini semingsloysn. Eisini ein (mikro)valdsanalysa, ið minnir um góða, gamla "kremlinologi" (hvør er næst í hierarkinum?). Eisini nøkur orð um, hvat vit kunnu vænta okkum, um eitt "óhapp" brádliga ger tað av við Putin - og í grundini nógv, nógv annað eisini.
Bókin hjá Mikhail Zygar, All the Kremlin's Men: Inside the Court of Vladimir Putin
Ein fín greining hjá Mark Galeotti um hvussu kríggið kann enda
Ein fín diskussión hjá Udenrigspolitisk Selskab um fólkini í innasta kjarnanum hjá Putin


