Nú er kríggj í Ukraina. Russland hevur ikki bert forbrotið seg móti øllum altjóða normum og lóggávu, men eisini noytt umheimin til at seta tær harðastu sanktiónirar, vit nakrantíð hava sæð, í verk móti landinum og russiska fólkinum.
Í hesum partinum tosi eg eitt sindur um, hvussu støðan er í Russlandi í løtuni, og hvussu vit kunnu ímynda okkum, at vápnaða ósemjan í Ukraina kann enda.
Tilfar og leinki:
Greinin hjá Galeotti, ið eg lesi upp úr
Fín grein hjá The Guardian um døpru útlitini fyri ein loysn
DR Deadline um mýtuna, at ukrainar eru nazistar
Neyðhjálp umvegis føroyskar felagsskapir:
MFS (stuðul til ukrainsk lesandi og undirvísarar)
Beinleiðis stuðul til felagsskapir í Ukraina (og Russlandi):
Razom for Ukraine (generel humaniter hjálp í Ukraina og Póllandi)
Come Back Alive (serliga trygdarútgerð)
Russiski andstøðumiðilin í eksil, Meduza, ið fremur gravandi og kritiskan journalistik

