Vælkomin til Eystanvindar!
Ein poddvarpsrøð um Russland. Her verður tosa um alt frá Tjajkovskij til Putin, frá borsjtjt til Gazprom, frá kjallaramenniskjanum hjá Dostojevskij til Pussy Riot. Eitt frírúm fyri russofilar - og teimum, ið vilja læra meira um heimsins størsta land, vónandi ein kelda til íblastur.
Í hesum fyrsta partinum práti eg við Bjarna Kárason Petersen, løgtingsmann, um Ukrainakreppuna, hvussu hon ávirkar okkum í Føroyum, og hvussu vit best skilja hana - bæði politiskt og teoretiskt.
Tilfar, ið verður umrøtt í prátinum:
Francis Fukuyama (1992), The End of History and the Last Man, Free Press.
Samuel Huntington (1996), The Clash of Civilizations and the Remaking of the World Order, Simon & Schuster.
Kanningin hjá Nordisk Journalistcenter (fíggjað av Nordisk Ministerråd):
https://njc.dk/saadan-daekker-de-nordiske-medier-rusland/
Frágreiðingin hjá Peter Taksøe-Jensen:
https://um.dk/udenrigspolitik/aktuelle-emner/dansk-diplomati-og-forsvar-i-en-brydningstid
Frágreiðingin hjá Sjúrður Skaale (Javnaðarflokkinum á Fólkatingi)
https://www.jaf.fo/utgavur/verja-og-vandi
Ráðstevnan, ið JáF skipaði fyri í Føroyum:
https://www.youtube.com/watch?v=xuPc19aw3xw
Show notes


