Meg minnist
Meg minnist
Kringvarp Føroya
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Meg minnist - Dánjal Andreasen (5:5)
Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð. Eitt stutt skifti var Dánjal stjóri á Strandferðsluni, sum hevði sæti á Tvøroyri. Haðani fór hann aftur út at sigla. Hesaferð við Mærsk og var har í fleiri ár, til hann nú kom til pensjónsaldur.
Dec 11, 2023
39 min
Meg minnist  - Dánjal Andreasen (4:5)
Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia. Triðja ferðin var ruta millum Cuba, Mexico og Ný Funnland. Landsverk søkti eftir fólki at taka sær av maskinum. Haðani fór Dánjal á Skála Skipasmiðju sum driftsleiðari. Hetta var góð tíð, men í 2006 fekk hann krabbamein.
Dec 11, 2023
40 min
Meg minnist - Dánjal Andreasen (3:5)
Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór við aftur "Hvilvtenni". Í 1980 fór hann í land og arbeiddi eina tíð hjá Brøðrum Petersen. Tók seinni prógv sum maskinmeistari. Fór eisini í starv á Landsskúlafyrisitingini, har hann serliga hevði áhuga fyri at menna maskinskúlan.
Dec 7, 2023
43 min
Meg minnist - Dánjal Andreasen (2:5)
Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum. Í 1970 vildi hann sleppa heimaftur av øllum og fekk lærupláss á skipasmiðjuni á Skála. Hetta var spennandi tíð við nógvum arbeiði og nógvum fólki. Nógv skip vórðu bygd hesa tíðina, eitt nú "Lómur" og fýra coastarar til danskt reiðarí. Seinni bygdi skipasmiðjan á Skála sildaskipini "Jupiter" og "Sjúrð Tollaksson". Tá var skipasmiðjan endurreist við eitt nú partapeningi frá nógvum kommunum í Eysturoynni.
Dec 3, 2023
43 min
Meg minnist - Dánjal Andreasen (1:5)
Dánjal Andreasen í Leirvík er júst givin at sigla sum maskinmeistari eftir fleiri ár við Mærsk. Pápi Dánjal var leirvíkingur. Mamman var dóttir Áar Dánjal í Miðvági. Tað var stuttligt og rokaligt at vera smádrongur í Leirvík, men minni stuttligt at ganga í skúla. Leirvíkingar róðu nógv út, og dreingirnir vóru umborð, tá høvi beyðst. Leirvík hevði trupult ferðasamband, men fekk sum fráleið heilar tveir tunlar. Siglingin frammanundan var stundum vandamikil. Einaferð tók eitt óløgi tveir bilar, og bilstjórarnir fóru á bláman. Annar slapp upp aftur sjálvur og hinum bjargaði Jákup hjá Sterka Jákupi í Klaksvík.
Nov 26, 2023
41 min
Meg minnist - Alfred Olsen (3:3)
Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski. Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum. Í 1845 helt hann til Keypmannahavnar at hitta kongin Chr. 8. Mundi síggja nakað øgiligur út eftir drúgva ferð. Fyrsta kongur segði, var: "Gud har skabt dig i sin vrede". Olgar svaraði: "Og vi er skabt í samme billede". Endin var, at trøðin í Saltnesi varð gjørd til arvafestitrøð. Hetta fyribrigdi breiddi seg víða um landið og hevði nógvar niðursetubygdir við sær, eitt nú Hvítanes.
Nov 19, 2023
42 min
Meg minnist - Alfred Olsen (2:2)
Alfred Olsen hevur gjørt mangt og hvat. Hann var fiskimaður eini seks ár 1960'unum. Fór síðani á handilsskúla og fekk lærupláss í Sjóvinnubankanum. Var stundum í Keypmannahavn og fekk sær meiri kunnleika. Í 1977 starv sum skrivari í Nes Kommunu, sum hann var í í 35 ár. Nes Kommuna hevur ment seg sera nógv á øllum økjum, síðani Nes, Toftir og Saltnes vórðu sjálvstøðug kommuna í 1968. Alfred Olsen hevur verið løgtingsmaður fyri sambandsflokkin í 20 ár. Alfred ivast í skipanini við Føroyum sum eitt valdømi.
Nov 12, 2023
39 min
Meg minnist - Alfred Olsen (1:2)
Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954. Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast, Tilhaldið, har kvinnur hittast og Eldrafelagið, har bæði kvinnur og menn hava atgongd. Alfred gekk í skúla á Toftum. 14 ára gamal fór hann til skips við. Skipari var bróðurin Jógvan Olsen, sum var tingmaður í næstan 30 ár.
Nov 5, 2023
44 min
Meg minnist - Svanbjørg Manai (2:2)
Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak.   Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi.   Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya.   Svanbjørg var eitt skifti í Noregi. Har ætlaði hon at seta seg niður, men tað var av ongum. Svanbjørg og Mouldi búsettist í Havn. Hon fekk starv á postverkinum, og har hevði hon við frímerkir at gera í næstan 50 ár.
Oct 20, 2023
37 min
Meg minnist - Svanbjørg Manai (1:2)
Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum. Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um allan heim. Tað var tann tíð, tá frímerkini trygggjaðu Postverki Føroya avlop í rakstrinum. Nú verða ikki longur so nógv frímerki seld til vanliga nýtslu. Tað minkar um avlopið.
Oct 20, 2023
37 min
Load more