Meg minnist
Meg minnist
Kringvarp Føroya
Meg minnist - Svanbjørg Manai (1:2)
37 minutes Posted Oct 20, 2023 at 1:17 pm.
0:00
37:31
Download MP3
Show notes
Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum.
Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímerki, sum hava stóran áhuga millum savnarar um allan heim. Tað var tann tíð, tá frímerkini trygggjaðu Postverki Føroya avlop í rakstrinum. Nú verða ikki longur so nógv frímerki seld til vanliga nýtslu. Tað minkar um avlopið.