Show notes
Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak. Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi. Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani fóru tey til Føroya. Svanbjørg var eitt skifti í Noregi. Har ætlaði hon at seta seg niður, men tað var av ongum. Svanbjørg og Mouldi búsettist í Havn. Hon fekk starv á postverkinum, og har hevði hon við frímerkir at gera í næstan 50 ár.


