
Seinastu plátuútgávurnar hjá The Beatles, White Album, Let it be og Abbey Road, verða umrøddar í hesari seinastu sendingini í røðini.
Tónlistakønir royna at greina serliga sanggávusmíðið hjá Lennon & McCartney. Nortið verður eisini við aðrar tilburðir, sum beatleslimunum vóru fyri árini 1968, 69 og 70.
Aug 29, 2020
1 hr 11 min

Í hesari sendingini, sum er tann næstsíðsta í røðini, verður høvuðsdenturin lagdur á slóðbrótandi útgávuna Sgt. Pepper, sum kom í 1967. Útgávan eftir hana, Magical Mystery Tour, verður eisini umrødd.
Nortið verður eisini við aðrar tilburðir hesi árini, eitt nú tá beatlarnir dvøldu í India hjá Maharishi Mahesh Yogi, sum stovnaði transcendentalu meditatiónsrørsluna. Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Sunleif Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Jóhannus á Rógvi Joensen, Zacharias Sørensen, Jørgin Dahl, Rói Patursson, Hanus Andreasen og Heri Kragesteen greiða frá.
Aug 22, 2020
1 hr 4 min

Í 1965 ger bretska kongshúsið av at heiðra The Beatles við MBE-heiðurstekninum. Beatlarnir eru um at kódna í berari fólkaeydnu, og í teimum fer at búnast ein longsul eftir størri persónligum og tónlistarligum frælsi.
Í 1965 standa teir á mótinum millum tað farna og tað nýggja. Í hesari sendingini verður millum annað farið at leggja undir sjóneyku dygdirnar hjá teimum fýra beatlunum.
Aug 8, 2020
1 hr 3 min

The Beatles riðu á einum óvanligum aldukambi miðskeiðis í sekstiárunum. Alt sum teir tókust við eydnaðist. Tónleikurin var fagnaður víða um heim, og rómurin á konsertframførslunum gjørdist alt meira ruðulleikakendur.
Í hesum parti verður greitt frá árunum 1964-65. Pláturnar "A hard days night", "Beatles for sale" og "Help" komu hesa tíðina. Sunleif Rasmussen, Bjarni Restorff, Niclas Johannesen, Rói Patursson, Hanus Andreassen, Heri Kragesteen, Jóhannus á Rógvi Joensen og Zacharias Sørensen greiða frá í sendingini.
Aug 1, 2020
59 min

Í hesum partinum verður millum annað sagt frá innrásini í USA. Vit hoyra millum annað Sunleif Rasmussen, Stanley Samuelsen, Niclas Johannesen, Rói Patursson, og Hanus Andreassen.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 31. mars 2000.
Jul 25, 2020
1 hr 2 min

Frá at hava bóltast sum tongul í brimi í fleiri ár er skjótt, at mótburður vendist til framburð, nú ein føst hond tekur sær av bólkinum.
Sum var hann kallaður, leitar Brian Epstein upp leiðaran í Parlophone-deildini hjá plátuútgávufyritøkuni EMI, George Martin.
Hann er fúsur at taka bólkin úr Liverpool undir sítt veingjabreiði, men leggur kortini við ta treyt, at bólkurin útvegar sær nýggjan trummuspælara.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 24. mars 2000.
Jul 18, 2020
1 hr

Frásøgnin í triðja parti tekur við í 1958. Hetta árið fáa John og Paul ein nýggjan gittarleikara upp í bólkin; George Harrison.
Teir tríggir tykjast fullvísir í, at teimum fer einaferð at eydnast at røkka sínum máli. Men fyrstu árini eru møtimikil og stríggin.
Í 1960 fara teir til Hamburg, og har fáa teir seg av álvara royndar. Útlitini eru kortini alt annað enn bjørt, men á heysti í 1961 tekur alt eina týðandi vend.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 3. mars 2000.
Jul 11, 2020
1 hr 2 min

Arbeiðsloysi, fátækradømi og mistreysti eyðkendi tann bretska havnabýin Liverpool árini eftir Seinna Heimsbardaga.
Í kørgum umhvørvi stigu John Lennon, Paul McCartney, George Harrison og Ringo Starr síni fyrstu spor.
Í sendingini verður greitt frá barnaárum og ókyrra uppvøkstri Beatlanna í Liverpool frá 1940 til 1957.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 18. februar 2000.
Jul 4, 2020
1 hr
