Show notes
Frásøgnin í triðja parti tekur við í 1958. Hetta árið fáa John og Paul ein nýggjan gittarleikara upp í bólkin; George Harrison.Teir tríggir tykjast fullvísir í, at teimum fer einaferð at eydnast at røkka sínum máli. Men fyrstu árini eru møtimikil og stríggin.Í 1960 fara teir til Hamburg, og har fáa teir seg av álvara royndar. Útlitini eru kortini alt annað enn bjørt, men á heysti í 1961 tekur alt eina týðandi vend.Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 3. mars 2000.



