Show notes
Í dag nerta vit við happing. Happing er eitt fyribrigdi sum stingur seg upp bæði millum børn, ung og eldri, men vit hoyra tó mest um happing millum børn og hvussu tað kann ávirka tað einstaka barnið.Í triðja parti av Nert ikki við snakka vit við Rebecku Monju Jørgensen sum var illa happað í fólkaskúlanum. Vit hoyra um hvussu hetta hevur ávirkað hana og at tað m.a. gjørdi at hon nústaðni fekk fólkaskúlaprógv sum 22 ára gomul.Eisini snakka vit við Biritu F. Kjærbæk, næstforkvinna í Starvsfelagnum, um teirra royndir við happing á arbeiðsplássinum, og hvussu tey handfara hetta.Til tað fakliga sjónarmiðið greiðir sálarfrøðingur Katrin av Kák frá um happing, og hvussu vit skilja happing í dag í mun til fyrr.



