Show notes
Í dag nerta vit við forelskilsi og hjartasorg og alt tað, ið fylgir við.Vit tosa við Silju Dalfoss Kærbech og Jóan Paula Dahl Jacobsen, um teirra upplivingar við forelskilsi og hjartasorg.Vit hoyra um alt frá tí fyrsta forelskilsinum og djúpu hjartasorgini, har ið ein kennir seg maktarsleysan, til hvussu ein túrur til Kýpros broytti alt fyri parlagið hjá Jóan Paula.Til tað fakliga sjónarmiðið hava vit prátað við Kristinu á Løgmannsbø, parterapeut og sexolog, um, hvat forelskilsi og hjartasorg ger við okkum, hvussu tað kann ávirka okkara sálarheilsu og broyta okkum sum menniskju.



