Nert ikki við
Nert ikki við
Kringvarp Føroya
Nert ikki við er sending, sum fer at nema við evni, ið vit vanliga ikki nerta við innan sálarheilsuøkið í Føroyum. Hvør sending hevur eitt persónligt og eitt fakligt sjónarmið.  Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Vit nerta við rúsnýtsluórógv hjá kvinnum
Vit tosa við Rosu Heinesen um hennara søgu. Síðani tosa vit við Leiv á Lakjuni, sálarfrøðing á Blákrossheiminum, um hvat rúsnýtsluórógv er og hvat er serligt, tá vit tosa um kvinnur, ið misnýta. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jun 25
51 min
Vit nerta við einstaklingin móti felagsskapinum
Nert ikki við er aftur. Vit tosa við Regin Berg, samfelagsfrøðing, og Jógvan D. Hansen, heimsspeking, um hvussu individualisma hevur ávirkað okkara sambond í dag, og nær vit skulu velja okkum sjálvi í mun til felagsskapin. Síðani virkar Bjørt bæði sum sexologur og vertur í sendingini í dag. Í partinum í dag hava vit valt ikki at hava nakað persónligt sjónarmið, men heldur fordjúpa okkum í evninum og hvørjar hugsanir vit hava um tað. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jun 25
49 min
Vit nerta við ung og búskap
Vit tosa við Annu Margit Gotved Petersen og Rókur Olsen um teirra búskaparligu viðurskifti og hvussu tað ávirkar tey. Síðani tosa vit við Hera á Rógvi og Hera Joensen, búskaparfrøðingar og eigarir av fyritøkuni Lóður, um búskaparligu viðurskiftini millum ung og hvussu vit eru endaði her. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Aug 13, 2025
51 min
Vit nerta við barnaheim
Vit tosa við Ingu Toftegaard um hennara søgu á barnaheiminum og í fosturfamilju. Vit vendu okkum til Barnaverndina, ið ikki svaraði aftur áðrenn freistina og hava tí ikki nakað fakligt sjónarmið í dag. Vit hava valt at senda partin kortini, tí vit halda tað er týdningarmikið at Inga sleppur at siga sína søgu. Í sendingini í dag tosa vit m.a. um kynsligan ágang og sjálvmorð. Um tú stríðist við hetta, kann tað vera hent ikki at lurta. Og um tú stríðist ella kennir onkran, ið stríðist, so er hjálp at heinta. Umframt at tosa við vinir ella avvarðandi, ber til at fáa professiónella hjálp hjá eitt nú kommunulækna ella vaktlækna á telefon 1870. Tú kanst eisini fáa sálarfrøðiliga hjálp ella royna kjattráðgevingina hjá Sinnisbata. Ung fólk kunnu eisini leita sær hjálp og vegleiðing hjá Tú og Eg ráðgevingini hjá Barnabata á telefon 116111. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jul 30, 2025
38 min
Vit nerta við vaksin og skermar
Í dag nerta vit við vaksin og skermar. Vit tosa við Turið Teitsdóttir um hennara skermnýtslu, bæði sum einstaklingur og mamma. Síðani práta vit við Daisy Iversen og Súsannu í Króki úr SSP, um hvussu skermnýtslan hjá vaksnum sær út og hvørja ávirkan hon hevur. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jul 23, 2025
52 min
Vit nerta við ótrúskap
Vit tosa við Bergtórur H. Bjarkhamar, prest, og Jónleyg Djurhuus, antropolog, um hvat ótrúskapur er og hvørjar tankar tey hava um evnið. Síðani virkar Bjørt bæði sum sexologur og vertur í sendingini í dag. Í partinum í dag hava vit valt ikki at hava nakað persónligt sjónarmið, men heldur fordjúpa okkum í hvat ótrúskapur merkir og hvørjar hugsanir vit hava um tað. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jul 16, 2025
49 min
Vit nerta við føðitunglyndi
Vit tosa við Vígdis Skorheim um hennara søgu við føðitunglyndi. Síðani tosa vit við Sanne Storm, tónleikaterapeut, um hvat føðitunglyndi er og hvussu man viðgerð fyri tað. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jun 25, 2025
52 min
Vit nerta við veðurlagsótta
Vit tosa við Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðing og deildarleiðara á plantufrøði deildini á Tjóðsavninum um hennara upplivingar við veðurlagsótta. Síðani tosa vit við Gitte Klein, sálarfrøðing, um hvat veðurlagsótti er og hvussu man viðgerð fyri tað. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jun 24, 2025
50 min
Vit nerta við autismu
Vit tosa við Silviu Olsen um hennara upplivingar við autismu. Síðani práta vit við Barbaru Krossteig, ið eisini hevur autismu og somuleiðis starvast á einum bústovni við fólki, ið hava sálasjúku og sosialar avbjóðingar. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jun 18, 2025
51 min
Vit nerta við ættleiðing
Í dag nerta vit við ættleiðing. Vit tosa við Mariu Daisy Konradsdóttir, ið er ættleidd úr India og kom til Føroya sum heilt lítil. Síðani práta vit við Moniku Hjelm Rasmussen, leiðara á Familjufyrisitingini. Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.
Jun 11, 2025
51 min
Load more