Show notes
Í Føroyum hava verið staðfestar tríggjar víkingagravir, á Sandi, í Hvalba og í Tjørnuvík. Nú hevur Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, út frá tilfarið og upplýsingum, sum er tøkar á Tjóðsavninum, staðfest, at tað eru funnar átta víkingagravir í Føroyum. Umfram tær nevndu tríggjar, eru eisini funnar víkingagravir á Kirkju, Svínoy, Sandavági, Velbastað og í Hovi. Hoyr Ann Sølviu greiða frá um fornan útgrevstur og víkingagravir í Føroyum. Myndirnar er frá víkingaútgrevstrinum í Tjørnuvík í fimtiárunum. Føroya Fornminnasavn eigur myndirnar.



