Vitan
Vitan
Kringvarp Føroya
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss og evni verða útbreidd.   Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Rýmdu norðbúgvarnir undan turki?
Søgnin sigur, at Eirikur Reyði fann Grønland, og at hann og aðrir norðbúgvar búsettu seg har um ár 1000. Fyrst og fremst í tveimum bústøðum, ið vóru rópt eystur- og vesturbygdin. Báðar búsetingarnar liggja í Vesturgrønlandi. Ilt er at siga, hvussu nógv tey vóru - metingar siga, alt úr 3000 upp í 10.000 norðbúgvar. Men hvat hendi við teimum?
Nov 16, 2022
17 min
VIDEO: Telja fugl við dronu
Longri samrøða við lívfrøðingin og granskaran Johan Castenschiold og Janus Hansen, fuglafrøðing á Tjóðsavninum, um fuglateljing við dronu, er at hoyra HER
Oct 14, 2022
4 min
Video
Sjógvurin fløðir um allan heim
- Tað er heilt einfalt ov seint at gera nakað við tað. Havið um allan heimin fer at hækka tey næstu nógvu árini, tað sigur granskarin William Colgan, frá GEUS. Nýggj gransking vísir, at lofthavið er hitnað so nógv, at ísur fer at bráðna um allan heimin. Bara tann parturin av innlandsísinum í Grønlandi, sum næstu árini fer at bráðna, verður orsøkin til, at sjógvurin fer at fløða 27 sentimetrar hægri um allan heimin. Og tað er bara innlandsísurin, tá eru heimsins bráðnandi jøklar og mæti Suðurpólurin ikki tikin við í líkningina.
Sep 15, 2022
13 min
Jetstreymurin klovnar um summarið
Hitamet varð sett í fleiri londum í Evropa í summar, og í Onglandi fór hitin fyri fyrstu ferð upp um 40 hitastig í juli. Tær stóru áirnar í Evropa vóru um at torna, skógareldar herjaðu í fleiri londum, og vatntrot var nógvastaðni.
Sep 13, 2022
16 min
Grøni boðskapurin
Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum í Vágum við yvirskriftini Skriftin á vegginum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu fyrihalda seg kristliga og guðfrøðiliga til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttesen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.   Ljóð
Jun 19, 2022
28 min
Video
Grøni boðskapurin
Kristi Himmalsferðardag var skipað fyri ymiskum kristligum tiltøkum, við yvirskriftini Skriftin á vegginum, vesturi í Vágum. Eitt av evnunum var, hvussu kirkjur og samkomur skulu kristligt og guðfrøðisligt fyrihalda seg til tann grøna boðskapin - at tala og prædika um menniskjaskaptu veðurlagsbroytingarnar og verju av skapanarverkinum. Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, og Poul Guttensen, guðfrøðingur, hildu hvør sín fyrilestur, um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
Jun 17, 2022
39 min
Ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers
Hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers. Nýggj føroysk gransking vísir júst hetta, at ávísar ílegur økja um vandan fyri Alzheimers.
May 16, 2022
17 min
Stóra vatnið ið hvarv
Jørgen Landt, sum var prestur í Føroyum frá 1791 til 98, skrivar í bókini "Forsøg til en beskrivelse over Færøerne" frá 1800, at hann hevði hoyrt vágafólk siga frá eini søgn, um eitt vatn, sum einaferð fanst uttanfyri Fjallavatn. Eitt vatn, sum á døgum hjá Jørgen Landt ikki fanst longur. "Saaledes skal der paa den nordlide deel af Vaagøe fordum have været en temmelig stor søe, sum nu er forsvundet, og har efterladt en græsrig slette" skrivar Landt.
Feb 15, 2022
10 min
Gamla Stokkastovan verður sum nýggj
Stokkastovan er er ein av elstu bygningunum í Tinganesi. Hon er bygd nøkur fá ár eftir stóra eldin, ið herjaði alt Tinganes í 1673, tí kanningar av stokkunum vísa, at teir eru høgdir í Noregi á vári 1684. Bygningurin hevur verið brúktur sum goymslubygningur í Gablatíðini og í 1709 yvirtikin av kongaliga einahandlinum.
Jan 20, 2022
14 min
Nýggj gransking: Fyrstu seyðirnir komu til Føroya um ár 500
Granskingin sigur eisini, at tað er hugsandi at menniskja hevur sett búgv har samstundis, tó at tað ikki eru funni DNA frá menniskjum í kanningunum.
Dec 16, 2021
11 min
Load more