Show notes
Eitt lítið fet hjá einum menniskja, men eitt stórt fet hjá mannaættini. Kendu orðini hjá rúmdarmanninum Neil Armstrong, tá hann í juli mánaði 1969 sum fyrsta menniskja nakrantíð setti fótin á Mánan.Ella gjørdi hann nú tað?Skeptikarar hava leingi hildið uppá, at mánaferðirnar ongantíð vóru gjørdar, og mánalendingin varð filmað í einum studio.Hóast meira enn 100.000 fólk arbeiddu við Apolloætlanini, og Neil og teir eru komnir aftur av Mánanum við yvir 400 kiloum av mánasteinum, so eru mong ivingarsom.



