
Bjørn Kalsø var bara 16 ára gamal, tá hann kom at standa við familjufestinum. Pápi hansara, sum var festari, doyði og hóast hann ikki var myndigur og tí ikki hevði loyvi til at yvirtaka, so var longu tá greitt, at tannáringurin var tann, sum skuldi taka yvir eftir pápan. Tað gjørdi hann formliga nøkur ár seinni. Síðan hava Bjørn og familjan havt festið á Syðradali, sum telur 160 áseyðir. Hann hevur minkað áseyðatalið við 30 seyðum fyri at seyðurin skal hava tað gott og nokk av grasið, men fyri tað er úrtøkan tann sama.
Nov 1, 2023
52 min

Jan Thomsen byrjaði sum sjómaður, men tá hann legðist upp á land og fór á læraraskúla fór hann at keypa jørð. Nú hevur hann góðar fimm merkur og umleið 160 áseyðir. Eisini hevur Jan tarvkálvar knýttar at garðinum og hann hevur eisini gæs. Jan Thomsen hevur tikið nýggja mátan at selja kjøt uppá til sín. Heldur enn at selja alt sum krov, selur hann í smáum og tað taka fólk ógvuliga væl ímóti.
Oct 24, 2023
44 min

Fyri nøkrum árum síðan sat Magnus Fredrik Magnusson til arbeiðis, tá hann á telduni sá eina lýsing fyri einari bingju, sum kundi brúkast til at gera grønmeti. Hóast hann vanliga ikki hugdi eftir slíkum lýsingum, valdi hann kortini at trýsta á fyri at hyggja, og restin er í grundini søga. Nú stendur ein bingja á økinum omanfyri bygdina, har ætlanin var at gera ein víkingagarð, og gongur alt eftir ætlan, flytir fyritøkan, sum tá fer at telja fýra bingjur í grótbrotið í Sandavági. Magnus Frederik Magnusson greiðir okkum frá arbeiðsgongdini í grønmetisbingjuni.
Oct 3, 2023
57 min

Jóannes í Miðstovu og Ottar Hentze hava nú í nøkur ár verið millum teirra, sum hava gjørt nógv við grønmeti. Tað byrjaði í smáum við Veltuni fyri átta árum síðan ella so, men nú eru bóndurnir sjálvir farnir at gera meira og meira við grønmetisframleiðsluna, sum hevur sera góða undirtøku millum fólk.
Tað manglar tó nógv í, áðrenn vit vera sjálvforsýnandi við grønmeti, og ein spurningur er tí, hvussu vit kunnu koma víðari við framleiðsluni frá tí, sum vit hava nú. Tað er nakað av tí, sum vit tosa við bøndurnar um.
Sep 26, 2023
49 min

Thorvald fekk ógvuliga stutt skotbrá, tá hann tók við festinum, men hann valdi at siga ja og ta gerðina angrar hann seg ikki um. Broytingarnar í Syðradali hava verið stórar hetta tíðarskeiðið, meðan Thorvald hevur sitið við festinum, millum annað eru garðarnir báðir lagdir saman í eitt festi aftur, sum teir vóru fyri nógvum árum síðan, og tað ger tað nógv lættari at útvega stráfóður enn tað var frammanundan.
Eisini hevur Thorvald Lützen verið uppi í bóndafelagnum og í MBM, og vit tosa eisini um hvussu gongdin hevur verið á tí økinum, meðan hann hevur verið bóndi.
Sep 19, 2023
56 min

Í sendingini hesaferð tosa vit við Jóhann Fagraklett, bónda á Gásadalsgarði, sum brúkar alt tað, sum garðurin gevur av neytakjøti, seyði, eplum og korni, sum verður til øl, á matstovuni á garðinum, sum árliga hevur sera nógv vitjandi. Hoyr eisini bóndan greiða frá, hvussu garðurin varð til, hvussu hann virkar og hvussu tey frá einum parti av árinum til annan broyta sláturhúsið til sodnhús og til matstovu og aftur til sláturhús. Alt er gjørt soleiðis, at skiftið er lætt og góðkent av myndugleikunum.
Sep 13, 2023
47 min

Fyrsti parturin er ein støðulýsing av, hvussu støðan í landbúnaðarvinnuni er beint nú. Hvørja ávirkanin hevur broytingin í vinnuni havt á raksturin av teimum gørðunum, sum vit vitja.
Í fyrstu sendingini tosa vit við Sigert Patursson, bónda á Vatnaskørðum, sum eisini er formaður í Bóndafelag Føroya, Poul Müller, bónda, sum rekur Müllersgarð í Havnardali og Regin Borðoy, bónda, sum rekur fjósið millum Fjarða.
Lagt sendindinga til rættis og klipt hevur Sveinur Tróndarson.
Sep 6, 2023
51 min
