Við Tórði á túri
Við Tórði á túri
Kringvarp Føroya
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Við Tórði á skørutúri
Yvirhøvur eru fólk, býlingar, kommunur og felagsskapir troytt av garðaskøruni, sum hevur serliga góð livilíkindi í Føroyum og sum yvirtekur har hon er. Garðaskøran er ein innræsin planta og nógv halda, at hon ikki hoyrir nátúrliga heima í Føroyum, tí hon minkar um lívmargfeldið.   -Trupulleikin verður størri fyri hvørt ár, serliga í høvuðsstaðnum. Og hann er so mikið stórur, at hann skal takast í størsta álvara, sigur Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót. Hon heldur at kommunurnar áttu at kunnað betri enn tær gera í dag.   Í ymiskum býlingum í høvuðsstaðnum hava fólk tikið seg saman at týna garðaskøru, og vit hoyra tey á Norðasta Horni, sum ein leygardag taka seg saman til endamálið.   Skørutrupulleikin verður viðgjørdur á hesum túrinum. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Heðin Askham, anleggsgartnari í Klaksvík, Barbara Ólavsdóttir, Jógvan Jacobsen og Eyðbjørg Hansen á Norðasta Horni, Annleyg Patursson, sum hevur urtagarin við føroyskum plantum í Hoyvík, Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinna í FNU, Guðrun Gærdum, anleggsgartnari hjá Hjálpirót og Magnus Frederik Magnusson í Kvívík, sum sproytar garðaskøru við mettaðum saltvatni við góðum úrsliti.
Jun 29
51 min
Við Tórði á túri til døgurða á gamla Roykivirkinum í Klaksvík
Tað byrjaði við døgurða fyri 10 monnum, og nú eru teir ofta upp í 60 mans sum koma at eta í gamla Roykivirkinum á vestursíðuni í Klaksvík. -Nógvir sum koma til døgurða fara nærum ikki út til nakað annað, so tað er hugaligt at kunna bjóða teimum góðan føroyskan mat, sigur Louis Poulsen, sum er høvuðsmaður fyri tiltakinum. Í samstarvi við feðgarnar Kristian Martin Rasmussen og Eyðun Rasmussen hevur Louis í fleiri ár gjørt døgurða á gamla Roykivirkinum, sum Rasmussen-menninir eiga. -Drívmegin í tiltakinum er nokk gleðin at gleða onnur, sigur Kristian Martin Rasmussen í sendingini. Annars eru teir, sum tosað verður við í sendingini, hesir: Pól Johannesen, Louis Poulsen, Karl Heri Joensen, Poul Havn, Kristian Martin Rasmussen, Leivur Jacobsen, Sørin Danielsen, Martin Heldarskarð, Sjúrður Josephsen og Dorius Frederiksberg. Tú kanst hoyra sendingina her.
Jun 22
51 min
Við Tórði á túri í Limmulund í Leirvík
Í sendingini eru hesi: Árni Jacobsen, Fríðfinnur Johnsson, Tórhild Bjarkhamar, Olivia Drós Fríðfinsdóttir, Karl Joensen, Hanna Jensen og Marius Jacobsen.
Jun 15
51 min
Við Tórði á túri um fyritøkuna S.P. Petersen í Fuglafirði
Ribarhús og Piddasta Handil, sum vóru høvuðssætið hjá gomlu fyritøkun S.P. Petersen í Fuglafirðii, eru komin til heiðurs og æru aftur við sølu og framsýningum. Samstundis kom herfyri tann yngsti av seks deksbátum hjá gomlu fyritøkuni, sum varð bygdur í 1921, aftur til Fuglafjarðar, og har stendur hann nú heimanfyri Ribarhús. Hann eitur Erik eftir yngsta soninum hjá Gamla Sámal Peturi. Í sendingini verður tosað við eftirkomarar hjá Gamla Sámal Peturi og tær, sum reka søluna hjá Heimavirkinum og eisini við Kunningarstovuna, sum eisini er í húsinum. Hesi eru við í sendingini: Oddvør á Lakjuni, Johan Petersen, Bjarni Bjarnastein, Petur Martin Petersen, Dánjal Jákup Petersen, Kristina Gry Berg og Gudny Anthoniussen.
Jun 8
51 min
Við Tórði á túri í Edinburgh
-Hetta er ein deiligur býur. Fólk eru fitt. Eg havi einki ring at siga um Skotland, sigur Vivian Wraae úr Havn, sum búði mong ár í Aberdeen og hesi seinastu sjey árini hava hon og maðurin Graham búð í Edinburgh.   Graham Stewart heldur tað var keðiligt at Bretland fór úr ES, tí tað hevur skapt nógvar trupulleikar fyri fólkið. Í Skotlandi var stórur meiriluti, 60 prosent av fólkinum, ímóti at fara úr ES, men tí lurtaðu politikararnir í Westminister í London ikki eftir.   -Tað er sjón fyri søgn hvussu býtt tað var at fara úr ES. Tað hevur skapt nógvar trupulleikar, tí fólk skulu alla gjøgnum passeftirlit og tollur er á øllum vørum. Hetta áttu vit at sæð frammanundan, heldur Graham, sum tó ikki er fyri at Skotland fer úr Stóra Bretlandi. Sum skotskan borgara kennir hann seg sum bretskan borgara. Hóast alt dámar honum væl bretska felagsskapin.   Sjávt um Erika Hayfield hevur búð mong ár í Føroyum, hevur hon bæði gingið í fólkaskúla, lisið á Universitetinum og seinni undirvíst á Universitetinum. Hon hevur búð í Edinburgh í tilsamans 22 ár og hevur eitt stórt hjarta fyri býnum.   -Søguliga er Edinburgh serliga áhugaverdur býur, og arkitektururin minnir um Athen. Tí verður Edinburgh ofta róptur "Athens of the North", sigur Erika Hayfield.   Ásla Heimustovu og Asta av Vollanum gagnnýta teir fýra dagarnar tær eru í Edinburgh. M.a. eru tær upptiknar av heiminum uttan um Harry Potter, sum merkir nógv tann gamla býarpartin. Tær siga, at børnini heima ynskja sær onkur Harry Potter-ting, og tí hava báðar keypt børnunum gandastavar.   Graham Stewart fortelur eina serliga forvitnisliga og ókenda søgu. Um Honnu Hammershøj, sum fór úr Víkabyrgi til Skotlands sum blaðung og kom ongantíð heimaftur, Hon hevði ein lítlan handil tætt við norsku sjómanskirkjuna í havnabýnm Leith, sum nú er partur av Edinburgh, og hon hjálpti so mongum ið høvdu brúk fyri hjálp, at hon fekk heitið "Eingilin úr Leith". Hanna doyði 99 ára gomul.   Tey, sum tosað verður við í sambandi við henda túrin í Edinburgh, eru: Ian Strachan, arbeiðsmaður uppi á borgini, Vivian Wraae, Graham Stewart, Erika Hayfield, Ásla Heimustovu og Asta av Vollanum.
Jun 1
51 min
Við Tórði á túri í lembing í Skarðhaga
Røktingarmenninir í Skarðhaga fylgja væl við seyðinum meðan lembingin fer fram. Teir eru tveir. 87 ára gamli Símun Hans Jacobsen hevur røktað her síðani 1966, og fyri 10 árum síðani tók tann nú 64 ára gamli Jákup Pauli E. Johannesen við eftir pápabeiggjan Hanna, sum í mong ár hevði røktað saman við Símun Hans.   Skarðhagi er ein av átta hagapørtum í Fuglafirði og ein tann størsti við 300 áseyðum. Símun Hans tekur sær serliga av seyðinum, sum leitar sær oman í seyðhúsini á Hellunum. Hesa tíðina gongur hann allan dagin millum seyðin og hann er eisini tøkur um náttina um á stendur. -Eg eri vandur við seyð frá barni av og var unglingi, tá eg fór at røkta heimbygdini á Syðradali í Kalsoynni. Henda tíðin av árinum er serliga spennandi og lagið er gott tá tað gongur væl. Seyður hevur so stóran týdning fyri meg, og eg vóni at fáa eini tvey ella trý ár afturat í røktini, sigur Símun Hans. Jákup Pauli E. Johannesen er eisini vaksin upp við seyði frá barnsbeini av. Hann veit einki betri enn at fara í hagan at hyggja eftir seyði tá arbeiðsdagurin er av. Meðan lembingin fer fram, hava teir báðir røktingarmenninir øll tey nýlembdu lombini á hondum og marka tey. -Seyðaáhugin er eisini at uppliva náttúruna. Ein hagatúrur er ómetaliga ríkur, tí tú upplivir náttúruna og alt lívið í henni og bæði djóra- og fuglalív. Tað er einki minni enn balsam fyri sálina, sigur Jákup Pauli E. Johannesen.
May 18
51 min
Við Tórði á túri um Trøllkonufingur
Millum flestu føroyingar er Trøllkonufingur ein nokkso ókendur klettur í Vágum. Men nógv útlendsk ferðafólk, sum koma til Føroya, hava sæð hann á netinum og vilja við egnum eygum sleppa út at síggja henda spennandi fingur í náttúruni. Nú var gøtan, har gingið verður út til útsýnisstaðið, so illa slitin, at hon bleiv ein av verkætlanunum í sambandi við Closed for Maintenance-tiltakið hesaferð. Fólk úr nógvum londum hava við kønari vegleiðing arbeitt upp á gøtuna og gjørt hana betri og tryggari. Í sambandi við Trøllkonufingur eru fleiri spennandi søgur, sum greitt verður frá í sendingin. Ein av teimum, sum greiða frá, er Jóhannus Hansen úr Sandavági, sum saman við øðrum ungum monnum kleiv teir 313 metrarnar upp á toppin á Trøllkonufingri. Og ein annar úr Sandavági, Sigfríður Olsen, greiðir frá umstøðunum í haganum uttan um Trøllkonufingur. Annars eru tey, sum eru við í sendingini, hesi: Jóhannus Hansen, klintrari, Sigfríður Olsen, sum er eigari í haganum uttan um Trøllkonufingur, Bryndis í Dali, leiðari í Visit Vágum, Búgvi Róin, býargartnari hjá Vága Kommunu, Net Liddle, ið er eitt av útlendsku arbeiðsfólkunum á gøtuni út móti Trøllkonufingri, Eyðun Højgaard, ein av føroyingunum sum arbeiða á gøtuni, og Sólja Fríða Jóanisdóttir, ferðaleiðari.
May 11
49 min
Við Tórði á túri í Vágsbotni í Havn
Onkur hevur sagt, at Vágsbotnur er ein blandingur av søguligari sjarmu, maritimum umhvørvi og einum livandi býarlívi - eitt stað, har tú veruliga kennir pulsin í Havn. Serliga tá sólin sær er nógv lív í har.   Í hesari sending í Vágsbotni eru samrøður við hesi fólk: Árni Andreasen, Eli á Lava, Anja Sólstein, Magnus Skæling, Eirikur Lindenskov, Signar Strøm, Gudny Benjaminsdóttir, Maud Østerø, Heri Jensen, Ellint Danielsen, Ingileyv Reynisdóttir Wang (Inga), Terji Nielsen, Ann Askham, Knud Grey, Hans Jacobsen, Herluf Gudmundarson, Djóni Thomsen, Annfríð Jørgensen, Vígdis Frýdal og Per Hansen.
May 4
51 min
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
Saman við leirvíkinginum Mariusi Jacobsen og norðragøtumanninum Áranti Hansen ganga vit ein sera vakran dag eftir varðagøtuni úr Leirvík og upp um Dvørgjaskarð, sum er góðar 300 metrar høgt, til Norðragøtu. Teir báðir greiða frá tí vit síggja á túrinum. Hetta er ein góður gongutúrur, ið ikki er so krevjandi fyri fólk sum tora at ganga úti í náttúruni. Ovast norðragøtumegin er brattari, men góða rekkverkið ger, at fólk kunnu kenna seg trygg. Teir báðir halda, at henda gamla varðagøtan er ímyndin av væl eydnaðu kommunusamanleggingini millum Leirvík og Gøtu. Á túrinum hoyra vit tvey brot úr kvæðnum um Lorvíks Páll, sum Eysturoyar Dansifelag kvøður.
Apr 27
51 min
Við Tórði á túri um norðhavsróður á Eiði
Góður prísur og so høgur fiskaprísur, sum menn ikki vita um at siga nær í námind, hevur merkt útróðurin á Norðhavinum í vár. Miðalprísurin á toski er hækkaður millum 10 og 20 kr. fyri kilo síðani í fjør, og tann hægsti toskaprísurin fer upp um 50 kr. kilo. Í sendingini verður tosað Jenny og Sonna Kallsoy av Eiði, sum rógva út saman og hava gjørt tað í nógv ár. -Á sjónum er fantastiskt. Ikki minst tá tú sært oyggjarnar í nógvum ymsum umstøðum, sigur Jenny. Hon heldur tað mest umráðandi er, at man er nøgdur við tað sum man ger, og hon er ógviliga glað fyri at kunna rógva út saman við manninum Sonna. Hini, sum eru við í sendingini, eru: Árni Kjærbæk, Vilhelm Petersen, Jógvan Olivur Thomsen á Bátafiski, Johan Joensen hjá Hans Egil Joensen & Synum, Hans Egil Joensen, Jenny Kallsoy, Sonni Kallsoy, Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, Osmundur Justinussen, sum hevur eygleitt EL Ninó, Esmar Sørensen, Albert Dam.
Apr 20
51 min
Load more