Nón
Nón
Kringvarp Føroya
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Pauli í Sandagerði ruddar í kensluligu nótunum
- Eg ruddi upp, tí tað er nokk so óruddiligt inni í mær. Nýggj fløga við klaverstykkjum eftir Paula í Sandagerði, Ælaveður, kemur út fyrsta dagin. Stykkini eru skrivað yvir eitt tíðarskeið, sum fevnir um 50 ár, frá 1972 til 2022. Samstundis kemur ein nótabók út, og alt verður lagt fram á konsert í Norðurlandahúsinum tann 10. juli, har klaverleikarin Mattias Kapnas spælir. Tað er Hugin Eide, sum hevur tikið stig til útgávuna. Pauli í Sandagerði hevur eisini gjørt eina heimasíðu, PS-Music.com, har hann hevur lagt eina ørgrynnu av løgum og stykkjum út, sum hann hevur gjørt til allan slag av tónleiki. Hetta er alt ein partur av at rudda upp í einum langum tónleikalívi, sum hann hevur útint, samstundis sum hann hevur verið lærari. Nú hann er vorðin pensjoneraður, eru stundirnar komnar at fáa skil á. Pauli byrjaði sum klassiskur klaverleikari, men sum frá leið gjørdist hann serliga komponistur og kórleiðari. - Nú havi eg ongantíð skrivað musikk fyri at fjeppast uppi í nøkrum ella gera nakran nøgdan. Eg havi bara skrivað fyri mína egnu skyld. Tá eg byrjaði sum klaverleikari, spældi eg Bach og Beethoven, og so líktust stykkini tí. Síðan spældi eg romantiskan tónleik, Chopin og aðrar, so fóru stykkini at líkjast tí. Men so fór eg at leita eftir einum føroyskum máta at skriva uppá. So fann eg eitt slag av tónum, sum eg føldi hoyrdu heima í Føroyum. Og tá eg nú hyggi aftureftir, so síggi eg, at har er ein linja í tí, sigur Pauli í Sandagerði. Serliga tá ið útlendingar spæla stykki eftir Paula í Sandagerði, siga teir, at tað er øðrvísi, enn teir eru vanir við. Pauli hevur skrivað so nógv sløg av tónleiki, líka frá rocki til kamartónleik, og sjálvur sigur Pauli felagsnevnaran vera kenslur og samskifti. Hoyr alla samrøðuna við Paula í Sandagerði her.
Jul 1, 2022
18 min
Nón 24. juni 2022
Pauli í Sandagerði er ein av okkara allar virknastu komponistum; í næstum kemur út fløga og bókaútgáva við klaverstykkjum eftir Paula. Vit fáa orðið á Paula í Sandagerði Anker Mortensen, listamaður, var ein av trimum, sum fekk listafólkaløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. Vit vitja Anker í atelieri hansara á Skipasmiðjuni. Og so hoyra vit hvørjar tankar Høgni Djurhuus hevur gjørt sær hesa vikuna í Høgnatátti. Hoyri sendingina her
Jun 24, 2022
55 min
25 milliónir krónur peanuts
Hoyr vikuliga Høgnatáttin, har Høgni Djurhuus tekur saman um hendingar og útsagnir hesa farnu vikuna.
Jun 24, 2022
4 min
Hvalurin verður gjørdur til eina ímynd
Hvalurin verður gjørdur til eitt kulturelt ikon, og hvalurin verður lýstur bæði sum klókur og sosialur. Soleiðis lýsir Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hugsjónarliga grundarlagið undir mótmælunum móti føroyskum grindadrápi. Samstundis er grindadrápi søguliga ein partur av føroyska samleikanum og lívshátti, og tí ber illa til at sannføra tey, sum eru ímóti grindadrápi. Spurningurin um grindadráp verður viðgjørdur í nýggju bókini "Local Measures to Global Pressure - The Anti-Whaling Campaign in the Faroe Islands," sum Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, hevur skrivað við støði í síni masterritgerð. Í bókini viðger høvundurin tað hugsjónarliga grundarlagið undir altjóða royndunum at steðga grindadrápi, og hvussu hesi mótmæli elvdu til tillagingar av grindahvalaveiðuni. Høvundurin vísir á, at høvuðsósemjan snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við teirra umhvørvi og tilfeingi. Hoyr alla samrøðuna við Arnbjørn Mortensen her.
Jun 24, 2022
26 min
Nón 22. juni 2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, sum millum annað skal varpa ljós á tær etisku tvístøðurnar, ið kunnu standast í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur. Vit tosa við fyriskipararnar um kappingina og etisku spurningarnar. Grindadráp hevur verið umstrídd siðvenja, síðan umhvørvisfelagsskapir løgdu Føroyar undir sjóneykuna í 1980'unum. Høvuðsósemjan snýr seg um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir um, hvussu menniskju eiga at samvirka við náttúru og tilfeingi, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók um grindadráp. Vit hitta Arnbjørn seinni í sendingini. Hoyr alla sendingina her
Jun 22, 2022
56 min
Stuttsøgur um lívið sum sjúkrarøktarfrøðingur
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur, so er at hvessa pennin, tí nú hevur tú møguleikan at seta orð á títt gerandislív.  Sjúkrarøktaretiska Ráðið skipar fyri stuttsøgukapping, har endamálið er at fáa lýst kompleksa gerandisdagin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum oftast er merktur av, at ymisk virðir koma í spæl og at hesi viðhvørt koma í stríð við hvørt annað. - Hetta er partur av arbeiðnum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sum vit ikki hoyra so nógv um, men sum fyllir nógv og hevur stóran týdning fyri bæði sjúkrarøktarfrøðingarnar, sjúklingarnar og tey avvarðandi. Tí vóna vit, at hendan stuttsøgukappingin fer at eggja fleiri sjúkrarøktarfrøðingum til at greiða frá støðum og søgum úr teirra arbeiðisdegi.   Treytirnar fyri at luttaka eru, at tann sum skrivar, er sjúkrarøktarfrøðingur, at stuttsøgan endurspeglar nútíðarsamfelagið og er skrivað á føroyskum máli. Longdin á innsendu stuttsøguni skal verða millum 7 - 10 A4 síður, og skal latast inn umvegis teldupost á [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022 á midnátt Ein dómsnevnd metir um søgurnar, og virðisløn á 5000 verður latin fyri bestu søguna. Til ber at lesa meira um kappingina á  www.sjukrarokt.fo.
Jun 22, 2022
24 min
Nón 20. juni 2022
Armslongdarmeginreglan og listastuðulsskipanir í Føroyum eru til viðgerðar í Nón í dag, tá ið Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, og Dánjal á Neystabø, tónleikari og listafólk, hittast til orðaskifti. Og so ummæla vit eisini leikin "Løsrivelsen".
Jun 19, 2022
55 min
Neyðugt at kjakast um listastuðulsskipanirnar
Í síðstu viku hittust um 40 fólk úr norðurlondum, sum arbeiða innan listaøkið, fyri at kjakast um hugtøkini listarlig góðska og armslongdarmeginregglan - serliga við atliti at listastuðulsskipanum. Fleiri føroyingar vóru við á fundinum, millum annað Sunnuva Bæk, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, Torkil Rasmussen, deildarstjóri á mentanardeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Dánjal á Neystabø, tónleikari og formaður í Tónleikasambandi Føroya. Tey trý eru samd um, at tað er neyðugt av og á at hava orðaskifti um føroysku stuðulsskipanirnar til list. - Vit liva í av einum samfelagið, ið støðugt broytist, og tí broytast fatanirnar av hugtøkum og skipanum eisini . Listastuðulsskipanirnar eru partar av okkara vælferðarsamfelagið, og tí er tað altíð relevant at fylgja við og skifta orð um hesar skipanir, halda Sunnuva Bæk, Torkil Rasmussen og Dánjal á Neystabø. Tey vísa eisini á, at tað - í fleiri førum - ikki er armslongd millum landsstýrið og útlutanina av stuðulspengum, og hetta er eisini nakað vit eiga at kjakast um, siga tey. "Vit eiga at endurskoða alt listastuðulsøkið", heldur Sunnuva Bæk. Lurtið eftir orðsakiftinum um armslongdarmeginreggluna og listastuðulsskipanir í Føroyum.
Jun 19, 2022
27 min
Ikki heilt samd um "Loysingina"
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" hevur ferðast millum norðurlond, og varð sýndur í Norðurlandahúsinum í síðstu viku. Leikurin er um fiktiva dagin í 2033, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark, og kannar, hvørjar støður og kenslur standast í teimum trimum londunum, tá seinasta kolonimaktin í norðurlondum loysir takið.  Tveir av áskoðarunum vóru Birna Heinesen, dramaturgur, og Hjálmar Dam, sjónleikari og leikslistamaður, og tey vóru ikki heild samd, tá tey ummæltu leikin í Nón. Lurtið eftir samrøðuni, har Birna og Hjálmar greiða frá sínum upplivingum av leikinum og grundgeva fyri sínum metingum av honum.   Norðurlendskt samstarv Leikurin "Løsrivelsen" er eitt norðurlendskt samstarv millum sjónleikahúsið Paradox, Katuag í Nuuk, Norðurlandahúsið, Odense Teater og Koldin Egnsteater.  Tað eru Vivi Sørensen og Daniel Wedel, ið hava skrivað leikritið og gjørt dramaturgiina, og Egill Palsson og Daniel Wedel leikstjórna. Martin Eriksson stendur fyri pallsmíði og búnum, og Durita Sumberg og Henrietta Rosenbeck eru framleiðarar. Sjónleikarar eru Karina Møller, Mariann Hansen, Mohamed Ali Osman og Henriette Rosenbeck.
Jun 19, 2022
25 min
Nón 17. juni 2022
Paul McCartney er helst eitt tað týdningarmesta tónaskaldið í nýggjari tíð. Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Hann legði heimin fyri sínar føtur saman við hinum bitlunum í 60-árunum, og nú hann er 80, er hann framvegis á konsertferð. Vælkomin í føðingardag hjá Paul McCartney saman við Sunleifi Rasmussen, Niclasi Johannesen, Suna Merkistein, Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen.
Jun 17, 2022
55 min
Load more