Show notes
Í dag heiðra vit Altjóða Sálarheilsudagin 2024. Í tí sambandi senda vit frá Smæruni í Havn, har ið vit nerta við høvuðsevnið í ár, ið er stigma og fordómar anno 2024.Vit tosa við Bjørk Ellindsdóttir Frýdal um hennara uppliving og viðgerð á psykiatriska deplinum fyri ocd og etingarólag.Síðani tosa vit við Annu Kristinu Niclasen, sjúkrarrøktarfrøðing á lukkaðari deild á P40. Vit tosa um hvørjar fordómar hon hevði um psykiatriina, áðrenn hon fór í starv, og hvussu hon upplivir tað at arbeiða har nú.Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.



