Show notes
Tá ið mann tosar um harðskap í parløgum, verður ofta fokuserað á kropsligan harðskap. Men hvat vita vit um harðskapin, ið vit ikki síggja, nemliga sálarligan harðskap, og hvussu er tað at liva við einum, sum fremur sálarligan harðskap?Vit tosa við Barbaru M. Solmunde um hennara søgu, og hvussu tað var hjá henni at vera í parlagi við einum, sum framdi sálarligan harðskap ímóti sær. Hví endaði hon tað ikki, og fór avstað?Til fakliga sjónarmiðið tosa vit við sálarfrøðing Svannu Jákupsdóttir um, hvat sálarligur harðskapur er, her m. a. um enska hugtakið "gaslighting".Vertir eru Anna Joensen-Næs og sálarfrøðingur Bjørt Lind.



