Meg minnist
Meg minnist
Kringvarp Føroya
Meg minnist - Edmund Joensen (2:7)
40 minutes Posted Feb 26, 2023 at 3:00 pm.
0:00
40:09
Download MP3
Show notes
Edmund Joensen er barnføddur á Oyri í Eysturoy. Pápin Poul Joensen var oyrarmaður og mamman var Hansina Samuelsen úr Haldórsvík. Tey bygdu úti á Bakka á Oyri, har Poul fór at handla við matvørum og taka móti fiski. Saman við bróðrinum Jógvani hevði hann eitt annað felag, sum seldi eitt nú kraftfóður og tók móti vársild og summarsild.
Edmund er føddur í 1944 og flutti um 20 ára gamal norð á Oyrarbakka, har hann settist í búgv við konuni Edfríð frá Norðskála. Oyrarbakki var niðursetubygd millum Oyri og Norðskála. Har settu nógv fólk seg niður.