Meg minnist
Meg minnist
Kringvarp Føroya
Meg minnist - Viberg Sørensen (3:5)
41 minutes Posted Nov 20, 2022 at 3:05 pm.
0:00
41:43
Download MP3
Show notes
Viberg fór sín fyrsta túr til skips í 1961. Pápin Ansgar Sørensen førdi skip sum ?Akranes?, ?Rólant?, ?Hamranes? og línuskipið ?Gudmund? hjá N.J. Mortensen. Støðan var vánalig í 50unum. Nógv skip stóðu seg ikki og vórðu seld av landinum. Stórur partur av fiskimonnum leitaði til Íslands eftir kjansi. Arbeitt varð við at endurnýggja skipaflotan. Í 1956 komu línuskipið ?Vestur-havið Blíða? og nýggjur ?Skálaberg?. Línuskipini vórðu útivið 50 tilsamans, og í 1959 komu tríggir trolarar úr Portugal. Nú royndu føroysku skipini nógv í Grønlandi. Viberg Sørensen fór sín fyrsta túr við ?Gudmundí? 1961.