
Góðan morgun Føroyar
Jólakonsertin og stuðulstiltakið "Í menniskjum góður tokki" verður sent í sjónvarpinum sunnukvøldið. Hedvig Johansdóttir og Arnfríð Lútzen greiða frá tiltakinum.Tað byrjaði við eini fótbóltsavbjóðing í 2022. Síðani er dysturin millum Glasir og Kambsdal vorðin ein árligur skúladystur, sum savnar fleiri hundrað áskoðarar í Gundadali. Í ár verður dysturin spældur fyri sættu ferð, og brøðurnir Bergur og Ólavur Poulsen standa fyri tiltakinum. Teir ætla at gera hetta til størsta dystin higartil – við hálvleiksshowi, konsertum og Silent Disco. Venjararnir av liðnum vitja okkum.Hitt gandaða lyklaholið er ein kendur barnaleikur eftir Bente Koch (Det forheksede nøglehul), sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag hevur sett á pall á loftinum í Spinnarínum í Klaksvík. Vit hava vitjað tey.Gestir í sendingini: Hedvig JohansdóttirArnfríð LützenRókur TroestElin Maria Mcleod NorðbúðBirita Adela DavidsenVertir: Ingi Rasmussen og Jákup Dahl
Episodes play from the podcast's own servers, unmodified. Not affiliated with Podbay.
