
FSF heitir á feløg um at bera so í bandi, at børn koyra saman til dystir, tí tað hevur nógvar fyrimunir. Gestir eru Fríða Næs og Jóhann í Króki.
Altjóða badmintonkapping verður í Føoryum í næstum, og Mariann Øster greiðir frá.
Oct 20
54 min

Farna vikuskifti var Marita Debes Magnussen úti og hugnaði sær við nøkrum vinfólkum, tá ein ungur fremmandur maður helt fyri, at Marita ikki riggaði væl at hava sítt hár í hestahalda, men at hon heldur átti at havt hárið leyst.
Í einum uppslagi á facebook spyr Marita tí, hvat fær ein mann at halda, at ein kvinna hevur biðið um hansara meting av síni útsjónd. Hon sigur, at hetta snýr seg ikki um ein hestahala. Tað snýr seg um rættin, sum summir menn framvegis halda seg hava, óbidnir at meta um og viðmerkja útsjóndina hjá kvinnum.
Til allar kvinnur: Vit skulu simpulten ikki finna okkum í hesum. Vit eru ikki til fyri at pynta um sjónarringin hjá monnum. Vit skylda ongum fremmandum manni at síggja út á ein ávísan hátt.
Og kanska er tað upp á tíðina, at fleiri menn læra ein heilt einfaldan setning: Um eingin hevur spurt teg, hvat tú heldur um útsjóndina hjá einari kvinnu, so noyðist tú ikki at siga nakað.
So fara vit eisini at tosa um føroyskar røður. Tí ein nýstovnað ritstjórn hevur sett sær fyri at savna føroyskar røður á einum stað, so tær verða varðveittar og kunnu brúkast av øllum. Á foroyskarrodur.fo fara røður av øllum slagi frítt at kunna lesast og nýtast til íblástur, undirvísing, gransking og áhuga. Vit hitta stigtakara klokkan hálvgum níggju til eitt prát um røður.
Gestir:
Marita Debess Magnussen
Eydna Skaale
Torbjørn Jacobsen
Oct 15
55 min

Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin - almenna og privata - upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Tað er høvuðsspurningurin á almennum tiltaki, sum Brekumboðið hevur tikið stig til.
Vit tosa við Eilif Magnusson Arge, ið er brekumboð.
Aftaná, lívið eftir krabbamein, er nýggj sendingarøð í útvarpinum, sum Sissal Kampmann skipar fyri. Sissal hevur sjálv havt blóðkrabba, og hon kannar lívið eftir krabbamein og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, millum annað seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli. Vit tosa við Sissal miðskeiðis í sendingini.
Oct 14
54 min

Fyrst í november letur Snorri Brend úr hondum bók um Mikladals kirkju. Vit skifta orð um bókina.
Hetta er tíðin, har heystfjøllini verða gingin og flett verður. Vit tosa við Thorvald Lutzen.
Oct 13
54 min
Load more
