Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar
Kringvarp Føroya
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: [email protected], telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar
Um- og útbyggingin av Listasavni Føroya er væl ávegis. Arbeiðið við at dagføra Listaskálan, víðka føstu framsýningina og byggja nýtt barnahús hevur verið í gongd síðan í vár. Í dag verður reisigildi, og nýggj framsýning letur upp. Vit hitta Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóra á Listasavni Føroya. Janna Egholm Hansen hevur givið út nýggja bók við heitinum "Mellem verdener - beretninger og betragninger". Í 2014 skrivaði hon ph.d.-ritgerð um føroyskt trúarlív, har hon lýsti Føroyar sum eitt samfelag í einari átrúnaðarligari millumstøðu. Í nýggju bókini vendir hon sjóneykuna ímóti sínum egna lívi - einum lívi millum ymiskar heimar, millum tillaging og frælsi. Vit hitta Jannu Egholm Hansen.
Nov 27
53 min
Góðan morgun Føroyar
Í dag er tað Knud Simonsen, sum greiðir frá veðrinum um vikuskiftið
Nov 27
Góðan morgun Føroyar
City Church og city meals. Dávur Winther sigur okkum um stuttsøgukappingina, har felagsnevnarin er Flemish Kap.
Nov 26
Góðan morgun Føroyar
Í dag er altjóða dagur fyri at basa harðskapi móti kvinnum, og í tí sambandi vitja Anna Katrin Matras, Fultrúi í almanna. og bústaðarmálaráðnum og Jóna Mohr Højsted, sosialráðgevi og cand. soc í útvarpsstovuni. Í dag kemur út bók við kórverkum til blandað kór eftir Paula í Sandagerði. Hetta er úrval av kórverkum sum hann hevur latið úr hondum seinastu 50 árini.
Nov 25
53 min
Góðan morgun Føroyar
Í dag er tað Jari í Hjøllum, sum gevur okkum veðurtíðindi og tosað verður um ársins orð og um jukeboxir í Føroyum
Nov 25
24 min
Góðan morgun Føroyar
Í heyst er ein føroyskur skrivibólkur farin til verka á Amager. "Skrivaríðið" savnar yngri og eldri føroyingar, sum búgva á Keypmannahavnar leiðini, og hava áhuga fyri at skriva - vit hitta stigtakaran. Tað kann tykjast langt til summar og festivalar, nú tað er ein mánaði til jólaaftan. Men hjá teimum, sum fyrireika G!, hava tey úr at gera við at leggja skránna og fáa tónleikanøvnini upp á pláss. Ein av teimum er Høgni Lisberg, og hann hevur tvey yvirraskilsir við í lummanum í morgun. Gestir: Jóan Pauli Dahl Jakobsen Høgni Lisberg Vertir: Øssur Egholm Jákup Dahl
Nov 24
Góðan morgun Føroyar
Vit spæla fyrsta jólasang í morgun. Lurtarin hevur valt á atkvøðugreiðslu. Armgarð Arge vitjar og greiðir frá um ársins nýggjársgudstænastu. Hanus Kjølbro er veðurfrøðingur í morgn.
Nov 24
24 min
Góðan morgun føroyar
Vit sóknast eftir ársins orði 2026. Eisini práta vit við Guðrið Hansdóttir. Tað er í samband við at fyri júst 55 árum síðani kom fyrsta plátan hjá danska Gasolin út. Tað verður nú hátíðarhildið við eini nýggjari útgávu, har kendir tónleikarar tulka sangirnar av plátuni. Ein teirra er føroyska Guðrið Hansdóttir, sum hevur tulkað "Fra dag til dag". Hon hevur eisini gjørt eina føroyska útgávu av klassikaranum Langebro, sum hevur fingið heitið Steinatún. Gestir: Guðrið Hansdóttir Vertir: Ingi Rasmussen Jákup Dahl
Nov 23
54 min
Góðan morgun føroyar
Veðurfrøðingur er Hanus Kjølbro
Nov 23
24 min
Load more