Show notes
Í 1963 varð staðfest, at trý ára gamli Jógvan Andrias hevði Calvé Pertes sjúkuna. Hann varð sendur til Danmarkar við sjúkrarøktarfrøðingi. Í hálvt triðja ár lá hann bundin í sjúkrasong.Tá so foreldrini komu eftir honum kendi hann tey ikki og móðurmálið varð farið í gloymskuna.Ikki varð tosað um slíkar upplivingar, ístaðin bylgdist alt sum eitur minni og kenslur frá hesi sváru tíð seg í honum.Men tað kom út í orðum og tónum hjá Jógvan Andriasi og eisini fór hann á pall við einrøðuleikinum "Kom bara inn, eg skal ikki gráta".



