
Open doors er ein millumtjóða, tvørkirkjuligur felagsskapur, sum hevur sum endamál at hjálp kristnum, sum verða forfylgd úti í heimi. Í 1950'unum var hesin felagsskapur stovnaður av faðiri Andreas, sum smuglaði bíbliur inn í kommunistisk lond.
Í dag arbeiðir Open doors í 60 londum og hevur skrivstovur í 25 londum.
Gestir í útvarpsstovuni eru Jens Kristian Lund Jensen, sum er aðalskrivari í Open doors í Danmark, Klæmint Eliasen, sum er formaður í føroyska arbeiðsbólkinum og Jóannis Fonsdal, sum er nevndarlimur í Open doors í Danmark.
May 17
38 min

Er títt arbeiði tín samleiki ? Hvør ert tú, tá tú onki vinnuligt arbeiði hevur ? Hevur arbeiði bert virði, tá tú kanst umrokna tað í peningi? Hevur tað heimliga arbeiði tá nakað virði ?
Við munkaskipanum í kleystrum varð dagurin lutaður sundur í "at biðja og arbeiða".
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sigur frá.
May 10
48 min

Fríðrikur Bláhamar livdi sítt fria, frælsa lív við konu, børnum og egnum virki. Hann hevur altíð verið aktivur gongumaður og runnið fleiri hálv og heilmarathon. Men brádliga varð hann sjukur í lungunum. Hann hevði fingið lungnafibrosu. Í dag er hann skrivaður á lista um møguliga at fáa nýggj lungu. Men Fríðrikur vil berjast ímóti sjúkuni, so hann aftur vinnur sær heilsubót.
May 3
46 min

C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". C.S.Lewis hitti amerikonsku Joy og teimum untist fýra ár saman. Filmurin Shadowland er um teirra ár saman.
Símun Absalonsen er gestur í útvarpsstovuni.
Apr 26
35 min

C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963. Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum. Hann undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford. Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra". Fyrsti heimsbardagi brast á og Lewis og vinmaðurin lovaðu hvørjum øðrum, at doyði annar skuldi hin taka sær av húskinum, sum sat eftir.
Símun Absalonsen sigur frá og hetta er seinna av trimum sendingum.
Páll Danielsen lesur.
Jónsvein Heinesen setur sendingina saman.
Apr 19
38 min

C.S.Lewis varð borin í heim í Belfast í 28.november 1898 og doyði 22.november 1963.
Hann hevur skrivað tretivu bøkur og tær eru seldar og umsettar í milliónatali. Hann var doktari í enskum máli og bókmentum og undirvísti í nógv ár á universitetinum í Oxford.
Har arbeiddi eisini hansara góði vinur,Tolkien, sum skrivaði um "Ringanna harra".
Símun Absalonsen sigur frá og hetta er fyrsta av trimum sendingum.
Jónsvein Heinesen setur sendingin a saman.
Páll Danielsen lesur.
Apr 12
32 min

Gracia og Martin Burnham arbeiddu fyri New Tribes mission á Filipsoyggjunum við teirra trimu børnum. Brádliga vóru tey við øðrum tikin gíslar í langa tíð. Hesir dagar gav teimum innlit í, hvørji tey vóru og hvussu broyttar vandamiklar umstøður kunnu skaka.
Endin av gíslatøkini var, at Martin varð skotin. Gracia hevur ferðast runt og sagt frá søguni og hevur eisini verið í Føroyum.
Meta av Fløtum hevur týtt bókina "Í nærveru fígginda mína", sum Gracia hevur skrivað.
Mar 22
41 min

Kaj Leo Holm Johannesen kenna vit frá almenna rúminum, tí hann hevur verið landsstýrismaður, býráðslimur, for maður í HB, málmaður í bestu deild, skipari á Mærsk skipi, løgmaður.
Brádliga hevur hann fingið staðfest autoimmuna, neurologiska sjúku, sum eitur CIDP, sum hevur sett hann í koyristól.
Men Kaj Leo fellur ikki í fátt, men hevur tikið stig til at sovna felag fyri fólk við skerdum kropsligum førleika. Tí ein sannroynd er, at fólk, sum sita í koyristóli hava ikki eins atgongd til okkara bygdir t.d. sum onnur.
Kaj Leo sigur hetta hevur verið ein strævin tíð fyri seg og sína familju, men øll lyfta í felag.
Sep 7, 2025
38 min

Agnar Falkvard Joensen er giftur og eigur fýra børn. Hann er maskinverkfrøðingur og starvast sum stjóri í familjufyritøkini "J.K.Joensen".
Brádliga í vár small hann um. Kanningar vístu, at hann hevði ágangandi krabba í heilanum. Læknar hava ikki givið honum góð framtíðarútlit, so Agnar roynir at samskipa øll viðurskifti, so kona og børn fara at hava tryggan gerandisdag.
Agnar hevur klettafasta trúgv og kennir og veit seg í tryggum hondum og hann biður inniliga um heilsubót og at sleppa at síggja børnini vaksa og mennast.
Men um so ikki verður, so óttast hann als onki, tí tá er hann heima hjá Kristusi.
Aug 31, 2025
38 min

Jesper Brochmand varð føddur 1585 og doyði 1652. Hann var eitt vitugt barn og á ungum árum varð hann professari við lærda háskúlan í Keypmannahavn og Sæland biskupur og soleiðis eisini biskupur í Føroyum.
Hann skrivaði eina lestrabók, sum kom í allar kirkjur í Føroyum. Hesir lestrar vóru langir og drúgvir og fólk høvdu ilt við at halda seg vakin í kirkjuni.
Soleiðis kom hugtakið, sum enn er livandi í føroyska málinum at nakað "er sum ein brochmandslestur".
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá.
Dec 18, 2024
54 min
Load more
