Vísindaknokkar
Vísindaknokkar
Vísindaknokkar
#1: Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, PhD, verkætlanarleiðari fyri FarGen
1 hour 1 minutes Posted Apr 6, 2023 at 8:11 am.
0:00
1:01:57
Download MP3
Show notes

Í fyrsta tátti av Vísindaknokkum snýr prátið seg um arvaíløgur og FarGen verkætlanina.

Vit hoyra um FarGen verkætlanina, hvussu dáturnar verða innsavnaðar - og tryggjaðar, og hvat endamálið við verkætlanini er.

Gesturin í hesum táttinum er Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum hevur eina PhD í mílalívfrøði (molekylærbiologi) og til dagligt starvast sum verkætlanarleiðari á FarGen og harumframt er limur í etiska ráðnum.

Í táttinum verður ein grein nevnd, har SNP (Single nucleotide polymorphism) frá føroyingum verður samanlíknað við finnar og ikki-finskar europearar. Greinin er at finna her:

FarGen: Elucidating the distribution of coding variants in the isolated population of the Faroe Islands - PubMed (nih.gov)

(PMID: 36404349)​

Allur tónleikurin sum er at hoyra í Vísindaknokkum, er frá Flawed Mangoes.