Show notes
Leysatíðindini siga, at Brad Pitt er í Føroyum, og tá meina vit ikki við Svend. Tað er mánadagur, og tí er okkara famøsa DJ battle á skránni. Hesa ferð er tað Svend'sa Jukebox vs "Eg havi ein nýggjan yndis sang", sum kappast.Vit eru sunnanfyri, sóla okkum, dansa á "floor" og hava timburmenn. Svend heldur, at Pitbull er upplagdur, tá ið mann fer á dansigólvið, meðan Rannvør dansar til "London Bridge". Og tá ið tey sóla sær, fara tey eftir hvør sínum.Kappingin er heit, spennandi og dansandi.

