Show notes
Tað er nú, at vit skulu 'bonga' úr bongini fyri seinastu ferð, tí hetta er tann seinasti dagurin á G! í ár!Í dag sita vit inni, tí eins sum í fjør, so regnar tað illa tann triðja dagin. Tó bilar tað einki, tí vit eru í góðum lag og klár á gera ungdómsútvarp.Vit hava samrøður, tosa við Marius DC, sum spældi fyrradagin, tosa við festivalgestir, eru úti við einum sendara og so lurta vit eftir G! tónleiki. Vertir eru Anna Joensen-Næs, Annika Repond og David Thomassen.Bárður Petersen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir eru reportarir.

