Hiit
Hiit
Kringvarp Føroya
Ein nýggj pláta, G! og skráin
55 minutes Posted Jul 12, 2023 at 8:45 pm.
0:00
55:34
Download MP3
Show notes
Í dagsins sending tosa vit um nýggju plátuna hjá 200. Úr rokk- og punkbólkinum  eru Niels Arge Galán og Mikael Blak.
Prátað verður eisini við Daniu O. Tausen og Fríða Djurhuus, sum eru í bókingartoyminum hjá G!. Tey tosa um festivalin, og tað, at í ár eru tað nøkur í bókingartoyminum, sum spæla á festivalinum.
 
"Mann kennur ikki helvtina av teimum, sum fara at spæla, og hina helvtina dugir mann ikki at úttala", sigur ein, sum fer á G!, tá ið vit spyrja tvey, hvat tey halda um skránna í ár. 
Tey eru ikki samd. Ein heldur, at hon er fín og spennandi, meðan hin heldur, at har manglar okkurt gott og útlendskt.
Festivalgestirnir eru Búgvi Nielsen og Ingibjørg Beder.
 
Vertir eru Anna Joensen-Næs, David Thomassen og Bárður Petersen.